Recent Updates RSS Toggle Comment Threads | Keyboard Shortcuts

  • Jóhan 09:52 on 25. April 2012 Permalink | Reply
    Tags: , ,   

    Google Drive 

    Eg havi nevnt Microsoft Skydrive, Dropbox og Google Docs fyrr her á síðuni og tað letur til at søgan heldur framm. Tí nú hevur Google almanna kunngjørt eina nýggja nettænastu, sum teir nevna Google Drive.

    Hvat er so Google Drive? Sjálvur havi eg ikki fingi atgongd til hana enn, men eftur øllum at døma er Google Drive ein samansjóðing av Google Docs og einari goymslu tænastu. Tá ein lesur ígjøgnum hvat Google Drive bjóðar minnir hon nógv um Skydrive, við tað at báðar tænasturnar bjóða ein kontórpakka og tætt samarbeiði við eina postskipan.

    Tað er tó ringt at siga nakað um hvussu Google Drive kemur at rigga, við tað at eg ikki havi atgongd til hana enn, men spennandi verur um Google ferð at bjóða mappu synkronisering eins og Dropbox og Skydrive. Til endans kann eg skoyta uppí at Google Drive bjóðar 5 gb til at byrja við.

    Tú kanst lesa meira um Google Drive her.

     

     
  • Jóhan 09:24 on 25. April 2012 Permalink | Reply  

    Enduliga var tad okkurt lið, sum kláradi at sláa Barcelona út úr UEFA Champions League. Tad er sjálvandi eitt sindur spell at Chelsea skuldi gera tad, men so atlíka val. Takk fyri Chelsea :)

    So kunnu vit nýta myndirnar enn eina ferð.

    Síggji hæddarpunktini her.

     
  • Jóhan 09:45 on 24. April 2012 Permalink | Reply
    Tags:   

    Eg læs hesa greinina á ITavisen.no. Um tú ert ein brúkari av Skydrive, so er greini avgjørt áhuga verd. Microsoft er eftur øllum at døma í ferd vid at minka um tey 25 gb, sum Skydrive bjódadi at byrja vid, nidur til 7 gb. Men um tu vilt framvegis hava tini 25 gb, so les greinina omanfyri. :)

    Um tú vilt vita meira um Skydrive og Microsoft so kanst tú eisini hyggja at hesari leinkjuni. Hetta er bloggur hjá Microsoft og á hesum postinum greiða tey gjølla frá tí nýggju tænastuni.

     

     
  • Jóhan 09:32 on 23. April 2012 Permalink | Reply
    Tags: , ,   

    Skapa Microsoft Skydrive sum eitt drev í Windows 7 

    Tað er sera væl dámt at goyma fílar, deila myndir og arbeiða á alnetinum. Vit hava nokk øll hoyrt um tænastur sum Dropbox, Google docs, Picasa og so víðari. Hesar tænastur eru allar sera hentar á hvør sín hátt og fyri at gera alnets frumskógvin enn størri, fari eg at nevna eina tænastu afturat.

    Hon eitur Microsoft Skydrive og so kann ein spyrja hvat skal eg við einari nýggjari net-tænastu?  Til hendan spurning fari eg bara at svara, at um tú koyrur Microsoft Windows á teldu tíni, so eru tað avgjørt spennandi møguleikar við Skydrive. :) (More …)

     
  • Jóhan 16:06 on 20. April 2012 Permalink | Reply
    Tags: Facebook, Messi, Ronaldo   

    2 fótbólts spælarar sita á sofuni og tosa. “Guð sendi meg niður á Jørðina at læra fólk at spæla fótbólt ” sigur Cristiano Ronaldo. So sigur Messi: “Verð nú ikki býttur, eg havi ikki sent nakran niður á jørðina”. (Lánt frá einum vini á Facebook) :)

     
c
compose new post
j
next post/next comment
k
previous post/previous comment
r
reply
e
edit
o
show/hide comments
t
go to top
l
go to login
h
show/hide help
shift + esc
cancel